Seinastu árini hevur Lena, við sínari framúrskarandi rødd, bergtikið fólk í Føroyum, Norðurlondum eins væl og í Onglandi og Kanada og aðrastaðni við. Við hvør sínum gittara hava tey ferðast frá einari konsert til aðra, frá einari framførslu til aðra, og prógvað, at tey er á toppinum av føroyska tónleikaheiminum. Lena og Niclas eru stutt sagt heilt framúrskarandi á konsert.
Seinast tey vóru í Suðuroynni var í fjør í Naddoddaneystinum á Tvøroyri, har tey saman við brøðrunum Brandi og Tróndi Enni, og Steintór Rasmussen skaptu eitt rørandi og intimt kvøld í sera hugnaligum umhvørvi. Leygarkvøldið fáa suðringar aftur møguleikan at hoyra og uppliva Lenu og Niclas, hesaferð í líka hugnaligum umhvørvi Stóra Pakkhúsi í Vági. Húsið er opið frá kl. 20.00 - 04.00










