Lena búði heima líka til hon andaðist, og helt hon sjálv hús og var heilt andsfrísk líka til tað síðsta. Hon fylgdi við øllum sum fyrifórst, bæði hjá børnum, ommubørnum og í samfelagnum annars.
Lena var gift við Samuel Jacob Lamhauge úr Lamba, og búsettust tey í Søldarfirði. Maðurin doyði í 1983, og var hon einsamøll í 20 ár.
Lena var dóttir Peter og Annu Danielsen, sum høvdu eitt kongsfesti og handil í Søldarfirði.
Hesi bæði arbeiði tóku Lena og Samuel Jacob yvir, tá foreldur hennara løgdu frá sær.
Mamma Lenu, Anna, var dóttir Elsebeth Christine og Lassen Weihe av Selatrað.
Pápi Lenu, Peter, var sonur Anne Malene og Daniel Danielsen (vanliga nevndur sýslumaðurin) úr Søldarfirði.
Lena og Samuel Jacob fingu trý børn, har tað fyrsta, ein dóttir, doyði av lungnabruna hálvt ára gomul í 1944, og tveir synir, Petur Alberg og Eyðfinn.










