Lena Gerðalíð, Klaksvík:

Bóndakona og klinikkassistentur 55 ár

Fríggjadagin 13. februar fyllir Lena Gerðalíð í Klaksvík 55 ár. Hon er gift við Jákup Gerðalíð, tey eiga tvey børn, Astrid 35 ár, sum býr í Esbjerg, og Jógvan 17 ár, sum býr heima hjá foreldrunum.
Lena eigur tvey ommubørn, sum bæði búgva í Esbjerg. Lena er í Esbjerg á hvørjum ári, á jólum ella um summarið og vitjar. Tað eru túrar, hon gleðir seg nógv til.
Lena hevur arbeitt á Barnatannrøktini hjá Klaksvíkar kommunu í 38 ár. Tá tannklinikkin flutti frá ovaru hædd á Sjóvinnubankanum og niðan í hølið, har hildið verður til í dag, var Lena flutti við, og har hevur hon verið síðani.
Ikki kann sigast annað enn, at hon hevur verið trúgv ímóti sínum starvi og starvsfeløgum. Hon kennir hvønn krók á tannklinikkini og veit, hvar alt liggur. Lena bakkar ikki fyri teldutøknini, hon sær nýggjar møguleikar hvønn dag koma undan kavi.
Onki er at taka feil av at morgunfólk er hon. Tá vit onnur koma rennandi til arbeiðis um kapp við klokkuni, situr hon við báðum beinunum uppi á stólinum og drekkur kaffi og er klár at byrja arbeiðsdagin.

Hjartaliga til lukku við degnum

Starvsfelagarnir