Lena Anderssen gevur út nýtt jólalag

»It Ain’t Christmas ‘Till You’re Home« er heitið á nýggjum jólasangi við Lenu Anderssen.

 

Lagið var skrivað í eini lítlari í búð á Vesterbro í Keypmannahavn fyri góðari viku síðani. Óli Poulsen hoyrdi sangin gjøgnum telefonina og játtaði at produsera. Løtu seinni sótu Lena og Niclas í studionum hjá Óla og arrangeraðu lagið liðugt saman við honum.

 

- Mær hevur dámt sera væl prosessina hesaferð, tí hesin sangurin var slettis ikki til fyri tíggju døgum síðani og nú kann hann keypast á iTunes, so tað hevur gingið skjótt fyri seg, sigur Lena Anderssen.

 

Arbeitt verður eisini við at gera sjónbandalag. “

- Vit hava koyrt runt í kuldanum seinastu kvøldini og næturnar og filmað. So eg rokni við, at tað verður okkurt at síggja fyrsta dagin, sigur Lena Andersen.

 

Lena Anderssen hevur seinastu vikurnar verið á konsertferð í sambandi við, at fløgan »Letters From The Faroes« kom út í Danmark í oktober. Hon hevur somuleiðis verið gestur á útvarpssendingum í P1 og P4 hjá Danmarks Radio og eisini við í innslagi á TV2 Nyhederne. Somuleiðis hevur P4, sum er støðin við flest lurtarum í Danmark, valt »Letters From The Faroes« sum »ugens album« fyri trimum vikum síðani.