Lemmatrolararnir við í fiskidagaskipanina

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, arbeiðir nú við eini ætlan at fáa lemmatrolararnar inn í fiskidagaskipanina

Fiskivinna

Tað hevur leingi verið upp á tal, og nú er líkt til, at nakað fer at verða gjørt við spurningin um lemmatrolararnar.
Fiskifrøðiliga ráðgevingin hevur í fleiri ár mælt til, at lemmatrolararnir koma við upp í fiskidagaskipanina, og nú bendir mangt á, at landsstýrismaðurin fer at gera nakað við hetta mál.
- Ætlanin er, at lemmatrolararnir skulu koma við upp í bólkin hjá partrolarunum. Sum er, eru teir í bólki 1, men skulu ætlandi koma við upp í bólk 2.
Jacob Vestergaard sigur, at vinnan hevur tikið rímiliga væl ímóti hesi ætlan, men sjálvandi vilja teir, sum eiga lemmatrolararnar treytað sær, at umstøðurnar ikki gerast verri, enn tær eru í dag. Á hinaru síðuni vilja teir, sum eiga partrolararnar, ikki missa burtur av sínum døgum.
- Uppgávan verður at skipa so fyri, at lemmatrolararnir kunnu varðveita síni rættindi í fiskidagaskipanini, og hetta má onkusvegna gerast við at hyggja at veiðitølum seinastu árini.
Landsstýrismaðurin vísir á, at nú færri lemmatrolarar eru aktivir, heldur hann, at hetta átti at verið ein møguleiki at latið nøkur loyvi verið verandi úti, samstundis sum teir lemmatrolarar, ið eftir eru, kunnu hava líkinda umstøður.
- Um lemmatrolararnir uppi í fiskidagaskipanini tá fara at partrola – ella um teir framvegis fara at trola hvør sær, er ein spurningur, sum teir, ið eiga skipini, sjálvir gera av, sigur Jacob Vestergaard.