Lekkurt jólastás

Hvat skal eg fara í? Rebekka skal í jólaveitslu og hevur biðið dugnaligu damurnar í Sax & Føn um at leggja sær lag á.

Við íblástri frá 20unum er sett við bylgjum og eyguni eru nógv smurd við myrkum litum frá Gosh. Eygnaskuggarnir eru myrkagráir og grønir, og eyelinarin turkis. Húðin og muðurin eru varliga smurd við natúrligum litum.

- Make-up til veitslu kann væl vera ógvusligt. Men vit skulu minnast, antin at leggja dent á eyguni ella munnin. Um bæði eru nógv smurd, líkist tú lættliga einari klovn, sigur Marjun frá Sax & Føn.

Marjun greiðir frá, at fólk gera rættiliga nógv burturúr, tá tey skulu í jólaveitslu. Tey flestu fara til frisør áðrenn, og nógv keypa sær eisini nýtt dress.

- Men tað nýtist als ikki at blíva so dýrt. Til dømis ber væl til at fara í ein gamlan kjóla og so keypa sær okkurt nýtt at pynta við, til dømis smúkkur, eitt litfagurt turriklæð, eina nýggja tasku, stuttligir sokkar ella leggings, sigur hon.




Myndatekstir:

Fína veislukjólan í satin eigur seymistovan Dreymar heiðurin av. Tær átaka sær seymiuppgávur fyri fólk og eru at hitta á telefon 282226. Bláu skógvarnir eru frá Bianco í SMS.


Frakki og kjóli frá Gelluni í SMS og smúkkur frá Glimmur í Niels Finsens gøtu í Havn