Leki á Skála

Eftir skránni skuldu dystir verið leygardagin millum fyrst kvinnurnar og síðani menninar hjá StÍF og VÍF, men hesir blivu avlýstir. Leki var á takinum í ítróttarhøllini á Skála og tí gjørdu dómararnir av at avlýsa dystirnar, tí ikki var spælandi. Enn er ikki greitt, nær hesir dystir verða spældir.