154 fólk eru flutt av oljupallinum Statfjord A í Norðsjónum, eftir at tað var staðfest, at olja lak frá pallinum Ein talskvinna hjá StatoilHydro sigur, at støðan er álvarssom. 61 fólk eru eftir á pallinum, tí tey skulu royna at fáa tamarhald á støðuni, sigur talskvinnan.
Bjargingardeildirnar hjá StatoilHydro í Bergen og Stavanger hava fingið boð um at tilbúgva seg, og boð eru send eftir skipum, sum skulu taka oljuna upp av sjónum, skrivar NTB.
Statfjord A-pallurin er stutt frá bretska markinum.