Lekarnir hava kostað nógv

Í morgin verður punktum sett fyri fótbóltsárið í Klaksvík. FC Suðuroy vitjar, og støðutalvan boðar frá, at heimaliðið er stórfavorittur at vinna fulla úrtøku. Soleiðis er tað, men heimavøllurin hjá KÍ er ikki tann skansin, sum hann plagdi at vera. Tølini siga, at KÍ trettan ferðir hevur átt heimavøll í ár, og at KÍ í átta førum er farið av vøllinum uttan fulla úrtøku. KÍ hevur vunnið fimm ferðir, fýra ferðir hevur verið javnt, og fýra ferðir eru trúføstu áskoðararnir farnir til hús sum av torvheiðum.
Allir sigrarnir uttan 1-0 ímóti ÍF eru vunnir ímóti liðum, sum eru niðari á støðutalvuni enn KÍ, og millum hesar var 5-1 sigurin á FC Suðuroy í 8. umfari.
Hóast úrtøkan ikki altíð hev­ur verið stór, so borga tølini fyri undir­haldi, tá ið KÍ er annar part­urin. Tvær tær seinastu ferð­ir­nar hevur KÍ tapt 4-3, og lið­for­maðurin Hjalgrím Elttør, ið er ein av fýra klaksvíkingum, sum er leik­bannaður ímóti FC Suðuroy – hinir eru Sørmundur Kalsø, Heðin á Lakjuni og Jógvan Isaksen – harm­ast støðuna:
– Vit vóru ógvuliga vónbrotnir í Gøtu. Inntil hetta umfarið var tað í okkara hondum at syrgja fyri enda­støðu, sum bar altjóða luttøku næsta ár við sær. Tað hevur verið málið, og vit vóna framvegis, at tað skal eydnast, men eftir hetta tapið er tað ikki upp til okkum sjálvar at gera av. Vit kappast við HB, og nú eru vit verri fyri í tí kappingini. Vit mugu greiða okkara setning ímóti FC Suðuroy, og so mugu vit vóna, at ÍF vinnur á HB, sigur Hjalgrím Elttør, sum vónar, at liðfelagarnir fara at leggja betri fyri, enn teir gjørdu í Gøtu.
– Í steðginum tosaði venjarin við stórum bókstavum. Eftir lítlari løtu í 2. hálvleiki skoraðu vit tríggjar ferðir, og tá kendi eg tað sum um, at vit høvdu tak á tí, men so mistu vit alt á gólvið, tíverri.
Verjupaturin hjá klaksvíkingum hevur ikki verið sannførandi, og nú er neyðugt at skifta út í trimum ódnum í aftastu røðini. John Hammer hevur verið skaddur, men tað kann vera, at hann verður ein av teimum í verjuni.
Hjá FC Suðuroy eru eisini fýra spælarar leikbannaðir, og tað nívir ikki minst, at bæði verjuálitið Heini Vatnsdal og toppskjúttin John Tordar Poulsen eru uttanfyri. Hinir leikbannaðu menninir eru Dan Djurhuus og Heri E. Kjærbo. Jón Áki Jacobsen er tøkur aftur, eftir at hann síðsta vikuskifti var í Estlandi við U19 landsliðnum.
joannes@sosialurin.fo

KÍ - FC Suðuroy: Eiler Rasmussen leygardagin klokkan 15.00