Sjey mál boða frá undirhaldi og spenningi. Soleiðis var tað seinnapartin, tá ið HB hevði vitjan av KÍ.
HB vann 4-3 eftir hálvleiksstøðuna 2-1. Harvið hevur HB vunnið tvær ferðir ímóti KÍ í ár. Í Klaksvík vann HB fyrr í summar 3-1.
Helgi Simonsen legði gestirnar á odda 1-0, tá ið eitt lítið korter var farið, men so svaraði HB aftur og var frammanfyri 2-1, tá ið fyrri hálvleikur var liðugur. HB málskjúttar vóru Rói av Fløtum og Tóri Rasmussen.
Í fyrsta minutti eftir steðgin javnaði KÍ til 2-2. Málskjútti var Gulak A. Jacobsen eftir upplegg frá Eivin Sørensen. Hetta var annað málið hjá 18 ára gamla Gulaki í næstbestu deildini í ár. Tað fyrra skoraði hann, tá ið HB 6. juni vann 3-1 í Klaksvík.
Tíggju minuttir eftir steðgin legði Leivur Fossdal Guttesen HB framum 3-2. Hetta var annað málið hjá 18 ára gamla Leivi, síðani hann fyri stuttum flutti úr SønderjyskE og aftur í barndómsfelagið, og tað kann væl fara at vísa seg, at Leivur ikki fer at skjóta fleiri mál fyri HB í ár. Góðar keldur í Gundadali vilja vera við, at hann nú fer at spæla við øðrum felag tað, sum er eftir at hesum kappingarárinum. Fleiri feløg eru áhugað í at leiga hann, skilja vit frá góðum keldum í Gundadali.
Tá ið Símun N. Samuelsen seks minuttir undan leikloki økti um munin til 4-2, tóktist tað sum um, at alt var avgjørt. Men spenningur kom í aftur, tá ið vongverjin í høgru hjá KÍ, Gunnar Christiansen, eftir uppspæl frá Kristoffuri Jakobsen, minkaði um munin til 4-3. Tað eyndaðist tó HB at halda tørn.
KÍ er á øðrum plássi við 23 stigum, og HB er á fjórða plássi við 21 stigum.
Leygardagin fær HB vitjan av B68, og KÍ skal vestur til Sørvágs at spæla.











