Leivur og StÍF ov stórur biti hjá H71

StÍF var nógv betri enn H71 sunnudagin. Var Leivur á odda og einari ágangandi verju megnaðu teir at halda unga H71 liðið í teymum

HONDBÓLTUR

H71 vann síðsta dyst móti Kyndli, og hoyvíkingar høvdu kanska vónað, at teir kundu gera okkurt við strandingar, nú teir vóru skerdir.
Tað skuldi tó vísa seg, at strandingar vunnu tryggan sigur.
Liðini fylgdust fyrstu 10 minuttirnar. Hevði Marian ikki staðið so væl í málinum, høvdu hoyvíkingar helst havt eina fitta leiðslu longu tá.

Stinn verja hjá StÍF
Strandingar fingu tó fótað sær, og verjan stóð stinn. Hendan dagin vardi André Danielsen sum eittari, meðan Bárður Danielsen og Borgar Danielsen vardu á hvør sínum bakki. Samspælið millum hesar tríggjar Danielsen riggaði sera væl, og hetta var avgerandi fyri sigurin sunnudagin.
Serliga Bárður fekk hildið Esbern Paturson væl í tjóðri. Esbern hevur annars verið av bestu spælarum og raskastu málskjúttunum hjá H71 í ár.
Tróndur Vatnhamar á vinstra vongi hjá H71 er altíð ein hóttan. Hann tók eisini av mestsum øllum møguleikum, hann fekk. Men hann fór tó eisini niður við restina av H71 liðnum móti endanum av seinna hálvleiki.
StÍF dugdi væl at gera nyttu burturúr øllum leikarunum á vøllinum. Regin Didriksen spældi sera væl í fyrra hálvleiki, Bárður og Andre á vongunum skoraðu, tá ið teir fingu kjansin, og Mortan fekk eisini tilspælt sær nøkur mál og útvísingar til hoyvíkingar.

Leivur tók ábyrgd
Besti spælarin í dystinum var helst Leivur Justinusen. Hann hevur ikki havt eins gott kappingarár og í fjør. Summi vilja vera við, at hann líður undir, at spælistílurin hjá StÍF leggur so nógv upp til, at Finnur Hansson skal skjóta.
Leivur tók tó veruliga ábyrgd, tá ið Finnur manglaði. Tá ið álopið hjá StÍF steðgaði upp, og hondin hjá dómarunum var uppi fyri drál, tók Leivur sakina í egnar hendur og plantaði bóltin upp í hornið ferð eftir ferð.
Hálvleiksstøðan var 19-13. Hoyvíkingar vistu, at okkurt mátti gerast, um teir skuldu fáa nakað burturúr hesum dystinum.
Teir komu tí inn aftur í seinna hálvleik við einari sera offensivari verju. Hetta riggaði teir fyrstu minuttirnar. Leivur slapp ikki framat, Levi Nybo bjargaði, tá ið vengurnir sloppu framat.
Sum seinni hálvleikur leið, funnu StÍF leikararnir tó útav at útnytta rúmið í verjuni. Vengurnir trektu inn aftanfyri bakkarnar og skoraðu. Hesa løtuna gjørdi H71 verjan ikki nógv fyri at hjálpa Levi í málinum.

Janus helt støðinum
Hjá H71 var ungi Janus Sørensen besti maður. Hann flutti seg nógv og fann hol í verjuni hjá StÍF.
Hjá StÍF kunnu nógvir nevnast, men serliga Leivur Justinussen var góður.
Hoyvíkingar liggja nú tyngri í botninum, men teir kunnu framvegis spæla seg uppaftur, tí at tað er sera tætt millum liðini. Tað skal tó annað skinn um bak, um teir skulu vinna móti nøkrum av hinum liðnum.
H71 hevur eitt spennandi ungt lið. Um hesir halda fram við hondbóltinum, og H71 klárar at halda uppá fólkið, fara teir helst at stríðast um meistaraheitið hvørt ár. Sunnudagin vóru tað kanska royndirnar, sum vóru munurin á liðunum báðum.

Fakta:
Málskjúttar:
StÍF: Leivur Justinussen 10, Mortan Hansen 6, André Danielsen 4, Bárður Danielsen 3, Regin Didriksen 3, Jacob Jónsson 1, Bent Djurhuus 1, Terji Poulsen 1, Borgar Danielsen 1
H71: Janus Sørensen 5, Esbern Patursson 4, Dánjal Tórgarð 3, Gunnar Bláberg 2, Bjarni Sørensen 2, Niels Viggo Mortensen 2, Poul Kjartan Dam 1, Hans Kári Hansen 1
Útvísingar: StÍF 6, H71 4