Hetta vikuskiftið hava øll føroyingaliðini í næstbestu donsku hondbóltsdeildini verið í leiki.
Leivur Mortensen stóð fyri besta føroyska avrikinum tá hann ígjár gjørdist toppskjútti hjá liði sínum, Odder sum tapti á heimavølli 26-34 fyri Grindsted. Í steðginum var Grindsted á odda heili 18-7.
Brandur Halgirsson sum fyrst og fremst tekur nógv tøk í verjuni skoraði eitt mál tá lið hansara, Ajax á útivølli tapti 25-29 fyri Otterup. Otterup var á odda 13-10 í steðginum.
Komandi fríggjakvøld verður føroyingauppgerð í Keypmannahavn millum Ajax og Odder.
Rói Berg Hansen var tíverri ikki við á liðnum hjá HØJ, ið vitjaði føroyingaliðið, Tønder ígjár. HØJ vann dystin 33-28. Í steðginum var HØJ á odda 16-11, og tað eydnaðist teimum at halda munin í seinna hálvleiki. Teis Horn Rasmussen og Sjúrður Olsen skutu báðir tvey mál fyri Tønder.
Komandi fríggjakvøld spælir Tønder á útivølli móti HEI Skæring. HØJ spælir heimadyst móti Otterup komandi leygardag.
Rókur Akralíð skoraði eitt mál fyri Odense, ið tapti tepurt á heimavølli 30-31 fyri Roskilde, ið skoraði seinasta málið í dystinum. Tá 50 minuttir vóru farnir var Odense á odda 26-23, men tað helt ikki heim hjá fjónbúgvunum. Í steðginum var Odense á odda 15-10, men ein verri seinni hálvleikur og serliga dystarendi gjørdist teimum dýrur.
Komandi leygardag spælir Odense á útivølli móti FIF.
Nr. | LIÐ: | Dystir | Stig |
1 | Team Sydhavsøerne | 7 | 12 |
2 | HC Midtjylland | 7 | 12 |
3 | HØJ | 7 | 12 |
4 | IK Skovbakken | 7 | 10 |
5 | Grindsted GIF | 7 | 10 |
6 | TM Tønder | 7 | 7 |
7 | Elitesport | 7 | 7 |
8 | Odder | 7 | 6 |
9 | Otterup HK | 7 | 5 |
10 | Roskilde | 7 | 5 |
11 | Ajax | 7 | 4 |
12 | HC Odense | 7 | 3 |
13 | HEI Skæring | 7 | 3 |
14 | FIF | 7 | 2 |