Leivur Johannesen 70 ár

Grækarismessudag 12. mars fyllir Leivur Johannesen í Havn 70 ár.

Átjan ár og egnan bil, enntá við hvítum ringum á dekkunum. Tá á døgum vóru ikki so nógv bilmerkir at velja ímillum, men koyrdu tú ein »Austin of England«, við rættningsvísara sum sat millum hurðarnar, og sum brast upp tá tú annaðhvørt vísti av til høgru ella vinstu, og radio við antennu so høga at hon rakk langt upp um myndina, og viðførisstativ á takinum, har súgvikopparnir ikki vóru sterkir nokk, men leðurreimar skuldu til fyri at halda honum uppá pláss, ja, so var tú vælkoyrandi. Einasta minus við bilinum var, at bilførarin mátti seta seg inn í bilin høgrumegin - hetta var bert í stutta tíð, tí lásið á sjafførhurðini fingu teir seinni at rigga.


Í hesum bilinum hendi mangt og hvat. Tað einu ferðina var um reppið at bilurin fór í luftina. Í ein mansaldur var vanligt, at ungdómurin í Havn møttist á Vaglinum nýggjársaftan fyri at skjóta nýggja árið inn. Eisini vóru tað teir, sum koyrdu runt í býnum og blakaðu fýrverk út gjøgnum bilrútin, og tað var undir einum slíkum túri, at tað mundi enda galið. Leivur og hansara vinmenn vóru ein slíkan biltúr í 1959, fýrverkið høvdu teir liggjandi á setrinum, meðan fest varð í við sigarettum. Leivur roykti Golden Shag og »ball« sigarettir, sum vóru herviligar at drússa. Øðrvísi var við vinmonnunum, teir royktu amerikanskt framleiddar sigarettir, onkur teirra roykti »Pall Mall«, onkur annar »Long« og hin triðji mentolsigarettir av merkinum »Cool«. Eftir óhappið vóru allir samdir um, at tað var »ballið« hjá Leivur, sum hevði fest í. Bilurin fór illa, men verri var við grøn/gula jakkanum við brúna pelskraganum, sum Leivur var í, hann fór so illa, at hvørki skraddararnir Vagner ella Sigurskjold kundu lappa hann aftur.




Ja, nú eru 51 ár síðan hesir báðir garparnir sungu »Eitt sunnukvøld í plantasjuni«. Forsangarin, Leivur Johannesen, sum eisini er ein frálíkur harmonikuspælari fyllir í dag sjeyti. Guitarin, sum Jákup Mouritsen (Aggo) spælir upp á, er ein »Levin«, eitt merki sum ikki fæst meira, men sum er nógv eftirspurt »world wide«.


Haldi meg kenna hurðageriktini og hondtakið aftur, er tað so, er myndin tikin yviri í Lon. Dreingirnir eru í stívasta puss, uttan iva eru teir á veg í býin at »trola«. Tillukku við degnum Leivur!


Kenningar