Leitar eftir vinfólki frá krígnum

David McDine, sonur bretska hermannin, Joseph McDine, sum var í Føroyum undir seinna heimsbardaga, leitar eftir vinfólki, pápin fann sær á Toftum ella á Nesi undir krígnum. Hann hevur eingi nøvn at halda seg til, bara eitt postkort og nakrar myndir

? Eg eiti David McDine, eri blaðstjóri á einum vikublað, eri 64 ára gamal, giftur og havi tvey vaksin børn.
Soleiðis byrjar ein onglendingur brævið, sum hann hevur sent føroysku bløðunum. Undir krígnum var pápi hansara í Føroyum. Hann doyði fyri 16 árum síðani, 80 ára gamal. Navn hansara var Joseph McDine, og hann var í tænastu hjá Royal Artillery í Føroyum árini 1942/43.
? Hann tosaði altíð um ta góðu tíðina, hann hevði í Føroyum og um vinfólkini, hann fann sær. Hann hevði samband við tey í nøkur ár, og eg havi eitt postkort, sum hann fekk í 1965. Eg havi eisini myndaalbum hansara við myndum úr Føroyum, serliga við myndum av familjuni, hann knýtti serligt vinarband við, skrivar David McDine, sum harmast um, at hann ikki veit navnið á familjuni og tískil heldur ikki hevur adressu teirra.
? Einasta sporið eg havi, eru hesar myndirnar og postkortið, eg sendi tykkum, skrivar hann.
Pápi hansara helt til á Nesi í Eysturoy, ta tíð, hann var í Føroyum.
David McDine kemur til Føroya at ferðast í summar saman við einum vinmanni. Hann kemur higar 5. juli og steðgar til 7. juli. Hann býr á Hotel Hafnia í Havn, meðan hann er her.
? Eg hevði verið sera fegin, um eg kundi hitt onkran í familjuni, sum var so blíð við pápa mín undir krígnum, sigur hann. Hann hittist á Hotel Hafnia, meðan hann er her. Til ber eisini at skriva honum bræv ella teldubræv. Bústaður hansara er: David McDine, Mount Ephraim, Wheelbarrow Town, Stelling Minnis, Canterbury, Kent, England.
Teldupostur hansara er: david@mcdine.fsnet.co.uk



::::::MYNDATEKSTUR:::::::

Pápi mín, Joseph McDine í hermannabúnaum tíðliga undir seinna heimsbardaga

Føroyska familjan á Nesi í Eysturoy, sum var so blíð við pápa mín, ta tíð hann var her undir krígnum

Pápi mín við føroyskum vinum ? kanska myndin er tikin á Toftum

Baksíðan á postkortinum, sum pápi mín fekk úr Føroyum í 1965