Leitar eftir semju um at lækka prísin á ferðaseðlum

Á ólavsøku skal ein nevnd við umboðum úr øllum politiskum flokkum, setast at finna eina semju um at lækka prísin á ferðaseðlunum hjá Strandferðsluni.

Tað mælir Johan Dahl, landsstýrismaður í ferðavinnumálum, til.

Í fjør samtykti Løgtingið einmælt, at landsstýrið skuldi koma við eini frágreiðing um, hvussu tað kann lata seg gera at javntseta ferðaseðlaprísin hjá Strandferðsluni og undirsjóvartunlunum.

Beint áðrenn Løgtingið fór í summarfrí, spurdi Páll á Reynatúgvu, Johan Dahl, hvussu gongur við hesum arbeiðnum.

Páll á Reynatúgvu sigur, at seinastu tíðina er gongdin beint ímóti tí, Løgtingið hevur samtykt, tí tað verður alsamt bíligari at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar.

Samstundis ætlar samgongan at næsta ár skulu prísirnir hjá Strandferðsluni hækka 10%.

Johan Dahl sigur, at avmarkað arbeiðsorka og stór arbeiðsbyrða í Vinnumálaráðnum hevur forðað fyri, at nakað er gjørt við málið.

- Løgtingið hevur samtykt játtanarkarmar og har er ikki rúmd fyri at lækka prísirnar hjá Strandferðsluni.

Hann sigur, at skulu prísirnir hjá Strandferðsluni lækka til tað, tað kostar at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, skal játtanin til Strandferðsluna hækka 8-12 milliónir.

Úrslitið av tí hevði verið, at prísirnir hjá Strandferðsluni høvdu farið niður á eina helvt, ella næstan tað.

Sostatt staðfestir landsstýrismaðurin, at skulu allir ferðaseðlaprísir javntsetast, er tað neyðugt við eini politiskari semju um at hækka játtanina til Strandferðsluna.

Hann staðfestir, at hetta snýr seg um krónur og oyru. Antin skal játtanin til Strandferðsluna hækkast, ella skal bygnaðurin broytast so at so at alt samferðslukervið verður lagt saman og at inntøkur frá undirsjóvartunlunum verða brúktar at lækka prísin hjá Strandferðsluni.

Men hann væntar, at politiskt verður tað vónleyst at draga undirsjóvartunlarnar upp í og sostatt er einasti møguleikin at hækka játtanina til Strandferðsluna og at marka meirjáttanina til at lækka prísin á ferðaseðlum.

Men fyri at finna eina politiska semju, mælir Johan Dahl til, at allir flokkar velja hvør sítt umboð í ein arbeiðsbólk at viðgerða málið út í æsir og finna eina semju um, hvussu samferðslan skal skipast og, hvussu tað skal fíggjast.

Samstundis staðfestir hann enn einaferð, at sum støðan er nú, verður neyðugt at hækka prísirnar á ferðseðlum við Strandferðsluni 10%, skulu fíggjarkarmarnir haldast.

- Skulu prísirnir lækkast, er tað bara ein spurningur um politiskan vilja hjá Løgtinginum at játta pening til endamálið, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum.