Freistin at søkja starvið sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum, er úti í dag. Stjórin á landssjúkrahúsinum skal eisini verða forstjóri fyri sjúkrahúsverkið, ið umframt Landssjúkrahúsið, eisini fevnir um Klaksvíkar Sjúkrahús, Suðuroyar Sjúkrahús og sjúklingahotellið í Keypmannahavn.
Viðkomandi skal taka við eftir Johnny í Grótinum, ið herfyri gjørdist stjóri í Kringvarpi Føroya.
Tað hava verið nógvar stórar avbjóðingar hjá stjóranum á sjúkrahúsinum at taka sær av. Umframt at hava ábyrgd av nýggja leistinum hjá leiðsluni, so hava tað verið nógv frammi um starvsfólkamál á sjúkrahúsinum. Ikki minst hevur nógv verið sagt frá um stríðið millum jarðarmøðurnar og sjúkrahúsleiðsluna. Stríðið endaði í gerðarrætinum, ið kom til tað niðurstøðu, at jarðarmøðurnar ikki høvdu fult nøktandi arbeiðsumstøður, men samstundis høvdu tikið nøkur óheimilað stríðsstig í ósemjuni.
Framyvir verður leiðslan eitt toymi av trimum stjórum. Einum forstjóra og tveimum stjórum, sum hava dagligu lokalu leiðsluna um hendi.
Umframt at hava ábyrgd av leiðsluni á landssjúkrahúsinum og at skipa samlaða virksemi í sjúkrahúsverkinum, so hevur forstjórin millum annað eisini evstu ábyrgd mótvegis Heilsu- og Innlendismálaráðnum viðvíkjandi fyrisiting-, fíggjar-, og starvsfólkamálum.
Komandi stjórin fær ein stóran starvsfólkahóp at taka sær av. Á Landssjúkrahúsinum starvast áleið 870 starvsfólk, á Klaksvíkar Sjúkrahúsið starvast 120 fólk og á Suðuroyar Sjúkrahúsið starvs 110 fólk.
Starvið er lønt sambært 39. lønarflokki hjá tænastumonnum umframt eina mánaðarliga ábyrgdarviðbót.










