Fríggjakvøldið fóru menn úr fleiri íslendskum bjargingarfeløgum at leita eftir einum fronskum vísindamenni, sum ikki var komin aftur til ásetta tíð. Maðurin var farin at taka nakrar GPS-sendarar millum Kálfafelli og Þórisvatn niður og skuldi koma aftur fríggjadagin. Tá hann ikki kom fram, varð farið at leitað, um tíðliga um náttina varð maðurin funnin. Tað vísti seg, at bilur hansara hevði hvørki olju ella streym.