Eftir at ferðafólk í gjárkvøldið hildu seg hava sæð tvær ísbjarnir, varð farið at leita, og í nátt var løgreglan vís í, at tað ikki eru komnar ísbjarnir á land í Íslandi Klokkan var umleið níggju í gjárkvøldið, tá ið løgreglan á Ísafirði fekk boð frá ferðalagi, sum var til gongu skamt frá Hvannadalsvatni og millum Hornvík og Hælavík. Boðini vóru, at ferðafólkini hildu seg síggja tvær ísbjarnir í Skálakambi, sum tað verður nevnt.
Farið varð beinanvegin undir at kanna málið. Løgreglan sendi bjargingarskipið Gunnar Friðriksson av Ísafirði og norður á Hornstrandir, og so varð tyrla send at kanna, hvussu tað sá út á staðnum, har ferðafólkini søgdu seg hava sæð tveir hvítar blettir, sum tey hildu vera ísbjarnir.
Eisini var samband við meinkunnugar ferðafólkaleiðarar, sum plaga at vísa veg í hesum økinum.
Leitað varð inntil klokkan hálvgum trý í nátt. Tá varð kanningararbeiðið liðugt, og eingin ísbjørn hevði verið at sæð og heldur einki tekin um, at ísbjarnir eru í økinum.
Løgreglan í Vestfirðum sigur við íslendskar fjølmiðlar, at allar sovornar fráboðanir verða tiknar í størsta álvara, og at málini harvið verða gjøllað kannað.