Løgreglan í Havn sigur í kvøld, at teir nú eru givnir at leita eftir Dánjal Petur Hansen, vanliga róptur Piddi, og at í morgin stundisliga verður støða tikin til, hvussu fram skal farast við leitingini víðari.
- Higartil hevur leitingin tíverri verið úrslitaleys, og vit eru ikki komin nærri einum svari, sum kann siga okkum, hvar Piddi er.
Løgreglan sigur, at í dag hevur serliga verið leitað í Runavíkarøkinum, og hugt hevur eitt nú verið inn til fólk ymsastaðni í økinum, har Piddi plagdi at koma - ella kundi verið komin.
- So seint, sum í kvøld hava vit verið á gátt hjá fólki, men higartil uttan úrslit, endurtekur vakthavandi.
Lagt verður aftrat, at eingin nýggj fráboðan er komin sum hevur greitt spurningin um, hvar Dánjal Petur Hansen er.
- Tankarnir eru nógvir, og tað eru møguleikarnir eisini. Í morgin stundisliga fara vit so at taka støðu til, hvussu farið verður víðari við leitingini, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.