Leita framvegis í kavanum

Meiri enn 450 pakistanskir bjargingarmenn og hermenn leita framvegis í kavanum við Siachen-jøkulin í Kashmir eftir teimum 138, sum hvurvu í einum skalvalopi páskaaftansnátt. Leitað verður bæði við stórum gravimaskinum og við hond, skrivar tíðindatænastan Inter Services Public Relations.

Myndugleikarnir í Pakistan siga, at teir hava ásannað, at tey 138 eru deyð, men pakistanska herleiðslan sýtir fyri at sleppa teirri seinastu vónini um at finna í hvussu er nøkur á lívi.

-Vit hava sæð undurverk fyrr, sigur ein heryvirmaður við eina sjónvarpsstøð. Men tey flestu hava mist alla vón um at finna nakran av teimum 138 aftur á lívi. Tey vísa á, at nú eru skjótt fimm samdøgur síðani vanlukkuna, og at nógvastaðni er kavin umleið 20 metrar tjúukur.

Sveits, Týskland og USA hava sent serfrøðingar til Pakistan, men tað vánaliga veðrið hevur gjørt, at teir eru ikki slopnir til vanlukkustaðið enn.