Leita eftir vitnum til umfatandi herverk á Strondum

Seinastu nátt, fríggjanáttina, hevur lutfalsliga umfatandi herverk verið á Strondum.

Løgreglan sigur, at seinnapartin í gjár varð ringt til løgregluna at boðað frá, at fleiri rútar vóru brotnir í húsinum hjá fornminnafelagnum á Strondum.

 

Tá ið løgrglufólk koma á staðið at kanna málið, síggja tey, at rútar eru eisini brotnir í sjey, átta neystum, og øðrum húsum har um vegir. Men tað er ikki meldað enn.

 

Rútarnir eru steinaðir ígjøgnum og løgreglan hevur onga hóming av, hvør tað kann vera, sum hevur framt herverkið.

 

So er tað onkur, ið hevur sæð okkurt illgrunasamt har hóskvøldið, ella fríggjanáttina, ið kann hava samband við herverkið, vilja á hjá løgregluni fegin frætta frá teimum, siga tey á løgreglustøðini.