Leita eftir vitnum til tvey mál um harðskap

Løgreglan hevur havt nógv at gera í nátt

Tað hevur verið heilt nógv av fólki í býnum í nátt og tað hevur eisini merkt arbeiðið hjá løgregluni.

 

Tey siga, at nógv fólk - sum heild var talan um mannfólk – vóru so drukkin, at tey kláraðu seg ikki sjálvi. Onkur varð koyrdur til hús, men onkur annar fekk bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar tí at tey vóru til ampa fyri onnur.

 

Men beint eftir klokkan fýra í nátt, tá ið skeinkistøðini høvdu latið aftur, var eitt sindur av rokið í miðbýnum.

 

Tað var á strekkinum frá Sverrisgøtu, har springvatnið stendur, og niðan í Steinatún.

 

Løgreglan sigur, at har hava tvey fólk verið fyri harðskapi beint eftir klokkan fýra, og tey hava helst eisini fingið nakað av skaða í andlitið.

 

Tey siga, at tað sær út til, at talan er um tvær ymsar hendingar, og tí hevur løgreglan reist tvey mál um harðskap. Tey vita eisini, hvør tað var, sum framdi harðskapin, men tey vita ikki rættiliga hví, ella hvussu.

 

Har var nógv fólk og tí vil løgreglan fegin frætta frá fólki, sum hava sæð nakað til hendingarnar, og sum kann hjálpa teimum at fáa greiði á, hvat tað var, sum hendi.