Mitt um náttina, sunnunáttina, varð ringt til løgregluna at boða frá, at fleiri mans vóru farnir til hendurs í miðbýnum í Havn. Løgreglan sigur, at hetta var klokkan 03.30 sunnunáttina, stutt áðrenn skeinkistøðini lata aftur. Løgreglan sigur, at fleiri mans vóru farnir til hendurs. Tríggir av teimum fingu skaða, tí teir vórðu slignir og sparkaðir og teir endaðu á skaðastovuni til kanningar, men teir vóru slopnir lutfalsiga væl burtur úr tí.
Løgreglan sigur, at í hesum sambandi eru tríggjar mans skuldsettur fyri harðskap. Løgreglan sigur talan var bygdarmenn, sum vóru komnir av bygd til Havnar at stuttleika sær. Løgreglan hevur avhoyrt nøkur fólk í hesum sambandi, men tey vilja fegin fáa samband við fólk, sum vóru til staðar og sóu tað, sum fór fram.
Løgreglan sigur, at stutt frammanundan varð eisini ringt til løgregluna at melda harðskap. Í hesum føri var ein maður sligin í andlitið uttan fyri eitt skeinkistað í miðbýnum í Havn. Tey vita hvør gerningsmaðurin nú verða fólk so avhoyrd.
Og stutt frammanundan tí, stutt eftir midnáttarleitið, ringdi ein bileigari til løgregluna at melda, at bilurin var stolin. Hann stóð parkeraður uttanfyri húsini mitt í Havnini, men lyklarnir lógu í bilinum. Bilurin varð afturfunnin ein lítlan tíma seinni har hann stóð parkeraður í vesturbýnum, tá ið løgreglan kom fram á hann. Tað er ólógligt at lata lyklarnar liggja í bilinum, so tað fær eigarin bót fyri.