Mitt í nátt fekk løgreglan boð um, at eitt ferðsluóhapp var hent á gamla Viðareiðisvegnum. Óhappið var hent einar 300 metrar sunnan fyri bygdaskelti til Viðareiði, har ein vøruvognur hevur rent á grót, sum var lopið oman á vegin.
Tað var ein annar bilførari, sum kom framvið eftir klokkan tvey í nátt, sum varnaðist óhappið, men tá var eingin í vøruvogninum, sum hevði fingið so mikið av skaða, at hann kundi ikki koyra. Og einki fólk at síggja annars, so hann boðaði løgregluni frá.
Løgreglan hevur verið í sambandi við føraran, men hann er ikki rættiliga førur fyri at siga, akkurát nær óhappið hendi.
Tí leitar løgreglan nú eftir fólki, sum kanska hava sæð nakað til óhappið, ella sum kunnu geva teimum nakrar ábendingar um, nær tað er hent.
Annas sigur løgreglan, at tað er so nógv grót lopið á vegin, at har er ikki koyrandi í løtuni. Tey siga, at Landsverk hevur fingið boðini, og fara at rudda vegin, og bileigarin hevur eisini fingið boð um at fara eftir bilinum.