Salmonellabakterian, sum hevur herjað Danmark í fleiri mánaðir, er eisini í Føroyum Danski Serumstovnurin hevur sent tvey fólk til Føroya at hjálpa heilsumyndugleikunum her at kanna, hvørjum matvørum bakterian er úr, skrivar Ritzau.
Fyribils bendir alt á, at bakterian stavar frá svínakjøti, og í vikuni bleiv staðfest í Danmark, at sláturfyritøkan Danish Crown hevði funnið salmonella-bakteriuna U192 í svínakjøti, sum skuldi avskipast til Svøríkis og Finnlands.
Í Danmark hava meiri enn 1.000 fólk verið sjúk av júst hesari bakteriuni, skrivar Ritzau.