Leitað verður eftir einum norskum seglbáti, sum hevur sent út neyðarkall í Rosshavinum við Antarktis. Manningin á bátinum, sum eitur ?Berserk?, telir fimm, fýra normenn og ein breti, men hildið verður, at tveir av normonnunum eru uppi á landi.
Veðrið á leitingarleiðini er ringt. Skipið ?Steve Irwin? hjá umhvørvisverndarfelagsskapinum Sea Shepherd fór í dag í Rosshavið at leita. Leiðarin í Sea Shepherd, Paul Watson, er sjálvur umborð á ?Ross Irwin?, og hann segði við norska blaðið VG í dag, at har er nógvur vindur, ringur sjógvur og 45 kuldastig.
Paul Watson sigur við norska blaðið, at eru menninir umborð á bátinum ella uppi á landi, eru góðar vónir um at finna teir aftur á lívi. Harafturímóti eru vónirnar smáar, um menninir eru endaðir á sjónum, tí sjógvurin er sera kaldur, sigur Paul Watson.