Í hesum døgum eru næmingar og lærarar frá Bårskovgård Eftirskúla í Danmark á vitjan í Føroyum, og eru tey fyrst og fremst komin hendaveg, tí í flokkinum er ein føroyingur, Vár Fossdal Sjóðklett úr Havn.
Men hon og hennara floksfelagar ferðast nú kring landið fyri at fáa greiði á einum ávísum spurning, tí tey siga seg vera "på jagt eftir limen i rigsfællesskabet". Tað merkir, at gestirnir royna at finna útav, hvat ung í Føroyum halda um ríkisfelagsskapin.
Í kvøld hava næmingarnir frá Bårskovgård Eftirskúla verið at hitt í Margarinfabrikkini í Havn, har tey vildu koma í samband við ungar føroyingar.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Henrik Beierholm, lærara á Bårskovgård Eftirskúla.










