Leita eftir hvalarovum

Fólk av bátinum Birgitte Bardot hava seinnapartin kavað út fyri Heimarugjógv á Skælingi.

Heimaragjógv á Skælngi tykist hava áhuga hjá umhvørvisfólkum, tí tá ið umhvørvisskipið Gonzo Azurro var í Føroyum fyrr í ár, fóru fólk av skipinum inn í gjónna, sum áður varð brúkt sum eitt slag av ruskplássi.

Tað sama hendi aftur í dag, tá ið fólk av Birgitte Bardot við einum lítlum skjóttgangandi báti fóru til gjónna at kava. Onkran skølt funnu tey í hvussu er.

Hvat úrslitið av hesum myndunum verður er ilt at siga, men av Skælingi verður sagt, at orð sum hópgrøv og líknandi vóru uppi at venda.