Leita eftir fólki til eitt heilt serligt starv

Tann, sum verður settur, skal duga at skjalfesta og hava hegni til at røkja hús, bø og haga

Í næstum fara Søvn Landsins at søkj eftir fólki, sum eru sinnað at flyta út í Koltur at vera ein stóran part av árinum.

 

Hetta skal vera fólk, sum eru sinnað at virka og arbeiða í Koltri eftir Koltursætlanini, sum varð løgd fram fyri nøkrum árum síðani, sigur Mentamálaráðið.

 

Tann, ið verður settur skal hava hug og evni at skjalfesta, varðveita og miðla mentanar- og náttúruarvini Koltri, umframt hegni at røkja hús, bø og haga.

Og starvsstaðurin verður í Koltri, sigur Mentamálaráðið.

 

Fyri at seta ætlanina í verk, verður tørvur á fólki, sum hava kunnleika til oynna, og eru góð við Koltur,  segði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum á kunnandi fundi fyri Koltursáhugaðum í gjárkvøldið.

 

Hann vónar, at bæði fyrrverandi festarar og “Koltursvinir” eisini í framtíðini koma at eiga sín lut í virkseminum í Koltri.

 

At broytingar eru á veg í Koltri hevur ligið í kortunum síðan apríl 2013, tá løgmaður legði málsøkið til Mentamálaráðið við eini fráboðan um at gera eina antikvariska serskipan fyri Koltur.

 

Og nú farið verður undir Koltursætlanina, eru fólk vóru á einum máli um, at tað hevur týdning, at ferðavinnan og kommunan eru við til at mynda tær ætlanir, ið verða lagdar.

 

Samstundis hevur tað týdning, at  “Koltursvinir” halda fram, tí júst hetta netverkið av fólki, ið skiftisvís hava tikið eitt tørn í Koltri, tá tørvur hevur verið á tí, er avgerandi fyri, at nýggju ætlanirnar í Koltri fara at eydnast.

 

Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2015 eru settar kr. 750.000 av til at reka Koltur fyri, og harafturat koma fimm milliónir krónur úr Búnaðargrunninum, sum árini 2014-2020 skulu nýtast til at skipa serskipanina.

 

Tann sum vil hava meiri at vita um Koltursætlanina, kann trýsta HER

 

- At  gera eina serskipan fyri Koltur merkir, at tað nú ikki eru landbúnaðarmál, ið eru berandi fyri búskapin í oynni, men at tað eru varðveitingaratlitini til mentanar- og náttúruarvin, ið verða karmur um virksemið í oynni, sigur landsstýrismaðurin.