Leita eftir brekum í Hovstunlinum

Landsverk hevur illgruna um, at øll viðurskifti í Hovstunlinum eru ikki nóg væl frágingin og sostatt er tunnilin gjøgnumgingin úr enda í annan

Nú eru ábendingar um, at øll viðurskifti í Hovstunlinum eru ikki, sum tey eiga at vera í einum nýggjum tunli.

Tað er ein illgruni, sum hevur tikið seg upp, eftir at landsverk saman við útlendskum ráðgeva hevur gjøgnumgingið tunnilin í sambandi við viðlíkahald nú eftir at hann er liðugur.

Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki sigur, at øll, sum hava havt við tunnilin at gera, vóru samankallað mánadagin í Hovstunlinum at meta um støðuna. Talan var um fólk frá Landsverki, umboð fyri tey, sum hava projekterað, tey, sum hava gjørt tunnilin eins og umboð fyri eftirlit og byggileiðslu.

Landsverk sigur, at nú skal ein frágreiðing gerast, men sjálvur veit hann ikki, hvat endaliga niðurstøðan er.

Hinvegin er staðfest, at øll viðurskifti ikki eru í lagi.

- Eru viðurskifti, sum ikki eru nøktandi, skulu hesi lýsast út í æsir, og staðfestast skal, hví tey ikki eru ílagi og hvør hevur ábyrgdina av tí.

Oyvindur Brimnes sigur, at Landsverk hevur spurt ráðgevaran um talan eru um brek, sum kunnu seta trygdina í tunlinum í vanda, men tað verður ikki mett.

- Sostatt er talan um brek sum ikki gera tað neyðugt at stongja tunnilin beint nú, men um talan verður um at stongja tunnilin seinni í sambandi við umvælingar er ikki greitt enn

Hann sigur, at talan er heldur um brek, sum í longdini kunnu gera tað dýrari at halda og reka tunnilin.

Sjálvur kennir Oyvindur Brimnes ikki í smálutum, hvørji brek eru, men staðfest er, at tvey av brekunum er í hvussu so er, at tað er ov illa skrótað í síðunum og onkrir boltar eru ikki spentir nógv væl.

- Tað er nú umráðandi at fáa lýst brekini og at fáa tey gjørd, tí vit hava goldið fullan prís fyri tunnilin og av tí sama góðtaka vit sostatt onki minni enn ein púra lýtaleysan tunnil, sigur hann.

- Eru øll viðurskifti ikki nøktandi, skulu tey heilt einfalt fáast í rættlag, tí tað hava vit goldið fyri, leggur hann afturat.