Leirvíkingar steingja nú Norðoyatunnilin

Eysturkommunan hevur nú mist tolið við samgonguni og krevur nú, at vegurin í sambandi til Norðoyatunnilin alt fyri eitt verður lagdur undir mold og sáddur við grasi

Nú skal vegurin til og frá Norðoyatunlinum kappast av, so at tað ikki longur verður koyrandi ígjøgnum tunnilin.
Tað hevur býráðið í Eysturkommunu nú samtykt.
Og tað skal vera beinanvegin, at vegurin verður kappaður av.
Tað er fult semja í býráðnum um at nú er nóg mikið drálað málinum um vegaføringina ígjøgnum Leirvík í sambandi við Norðoyatunnilin.
Tí er full semja í býráðnum um, at loyvið at binda vegin til og frá Norðoyatunlinum í tann kommunala vegin í Leirvík, verður ikki endurnýggjað.
Tað gekk út á nýggjárinum og býráðið noktar sostatt at endurnýggja tað einaferð afturat.

Vegurin gravast upp
Men býráðið hevur harafturat kravt, at vegurin til og frá tunlinum alt fyri eitt verður grivin upp aftur og sáddur við grasi so at lendið kann latast kommununi aftur í sama standi, sum tað varð latið til vegin.
Her er talan um tann partin av vegnum, sum ikki skal brúkast til nýggjan veg eftir løgtingslógini um vegaføring ígjøgnum Leirvík og sum sostatt kemur at liggja um ein blindgøgn.
Tað er kommunan ikki áhugað í og sostatt verður kravt, at vegurin verður grivin upp og sáddur og latin kommununi aftur.
Og hetta skal verða beinanvegin, leggur býráðið dent á.
Tað er vanligt, at eitt lendið skal latast kommununi aftur í sama standi, sum tað er í, táð ið tað verður latið, so tað er onki undarligt í hesum, sigur borgarstjórin.

Norðoyartunnilin steingjast
Hetta er ein avgerð, sum í veruleikanum hevur við sær, at Norðoyatunnilin verður stongdur.
Og tað er Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, fullgreiður yvir.
- Hetta er eitt krav, sum førir við sær, at Norðoyatunnilin verður stongdur.
Hin møguleikin er sjálvandi, at Løgtingið samtykkir eina serliga lóg, ásetir íbindingina við lóg og sum sostatt forðar fyri at kommunan fær lendið aftur.
Men tað er at gera seg inn á kommunala sjálvræðið og tað er so mikið alvorligt, at spurningurin er um Løgtingið vil tað.
Borgarstjórin sigur, at tað er við vilja, at býráðið ikki hevur sett nakra tíðarfreist á.
- Men vit hava lagt lagt dent á, at tað skal vera beinanvegin.
Hann leggur dent á, at hetta er ikki meint sum ein provokatión, men at býráðið hvur fullan rætt at krevja økið aftur, tí talan er um kommunalt øki.

Skal vera beinanvegin
Hann sigur, at býráðið hevur nú fullkomiliga mist tolið við landsins myndugleikum.
Hinvegin stendur hurðin framvegis opin fyri at finna eina semju.
- Vil Løgtingið eina semju í málinum, eru vit sjálvandi sinnað til tað, sigur Jóhan Christiansen.
- Vit skulu nokk geva teimum tað skoðbrá, sum er neyðugt at finna eina loysn. Men tað krevur, at vit fáa eitt útspæl beinanvegin.
- Kemur eitt útspæl frá landsins politiska myndugleika, er býráðið sjálvandi sinnað at taka tað til eftirtektar og sleppa kravinum um at vegurin verður kappaður av.
Men hann leggur dent á, at tað krevur eina skjóta avgerð í landsstýrinum.
- Tað skal vera beinanvegin, at landsstýrið tekur stig til at finna eina loysn á málinum, tí tað hevur bíðað alt ov leingi, sigur hann.
Annars hevur ligið í kortunum, at vegurin skuldi heldur ikki gerast í ár, tí peningur er ikki settur av á fíggjarlógini til endamálið.
Men borgarstjórin ger púra greitt, at tað verður ikki góðtikið, at ein loysn skal bíða til næsta ár, ella kanska enn longri.
- Ein loysn skal finnast í ár, leggur hann dent á.
Hann er fullgreiður yvir vegurin kann ikki vera liðugur í ár.
- Men ein loysn skal finnast í ár og spakin skal setast í, tí at bíða til næsta ár verður ikki góðtikið, sigur hann.
- Hetta er eitt mál, sum býráðið tekur heilt alvorligt. Taka landsins politisku myndugleikar ikki í nakkan á sær sjálvum alt fyri eitt, steingja vit vegin og tað hava vit fullan rætt til, sigur Jóhan Christiansen.