Fyri løtu síðani kundi formaðurin í valstýrinum í Leirvík, Jacob M. Sólbjørg kunngera úrslitið av fólkaatkvøðuni í dag. Nú er eingin ivi um, hvørja loysn fólkið í bygdini ynskir sær: Ta niðaru loysnina, við vegi gjøgnum bygdina, eins og løgtingið hevur samtykt.
Tað prógvaðu leirvíkingar í dag í stórum tali: Av tveimum 546 sum greiddu atkvøðu, ynsktu 323 teirra hesa loysnina, meðan 218 atkvøður vóru fyri ovaru loysnini, Uppi í Brekku, soleiðis sum uppskotið frá Selmari Nielsen, arkitekti ljóðaði.
Í prosentum var talan um 59 prosent fyri niðaru loysnini og 40 fyri teirri ovaru, meðan 5 atkvøður, svarandi til 1 prosent, vóru blankar. Hetta skuldi tí verið ein hampiliga greið ábending til bygdarráðið um, hvat rættast nú er at gera.
Formaðurin í valstýrinum sigur, at áhugin fyri atkvøðugreiðsluni hevur verið stórur. Væl omanfyri 50 fólk vóru í fimleikarhøllini í kvøld og fylgdu við uppteljingini.
Íalt vóru 84,5 prosent av fólkinum á vali. Hetta er góð 8 prosent meiri enn við fólkaatkvøðuna herfyri, tá spurt var um samanleggingina við Gøtu kommunu.
- Jú, valið hevði stóran áhuga millum bygdarfólkið, staðfesti Jacob M. Sólbjørg fyri løtu síðani.










