Lítillátin, men treiskur.
Andreas Lava Olsen hevur langt um leingi fingið sítt gjøgnumbrot í føroyskum fótbólti. Hóast hann nú í fleiri ár hevur verið skýrdur sum eitt tað størsta føroyska talentið, so er tað ikki fyrr enn nú, at hann hevur prógvað seg. Leirvíkingurin hevur ikki verið sinnaður at flyta úr barndómsfelagnum LÍF, sum seinastu mongu árini var í næstbestu deildini. Nú hevur hann tikið stigið í Formuladeildina, og eftir einum hálvum ári hevur hann longu landsliðsúttøku at gleðast um.
Gingið skjótt
Andreas Lava Olsen hevur verið millum stuðulsleikararnir hjá Víkingi í hesum kappingarárinum. Felagið hevur fingið eina góða byrjan, og tað er millum annað orsaka av sannførandi avrikunum hjá Lava-manninum, sum er eyknevnið, hann gongur undir. Hann er eisini toppskjútti í Gøtu við seks málum.
Eftir stóru viðgongdina seinasta hálva árið, iðrar Andreas Lava Olsen seg, at hann ikki hevur tikið skiftið í bestu deildina áðrenn?
- Bæði og. Eg havi verið í stórari framgongd í hesum kappingarárinum, meðan eg undanfarin ár ikki havi kunnað gjørt vart við meg á sama hátt. Men eg var eisini noyddur at skifta. Eg sá javnaldrarnar gera stórt framstig, og eg kundi ikki bara standa í skugganum.
Hví hevur tú so víst Formulafeløgum aftur fleiri ferðir?
- Loyalur! Nei, eg veit ikki. Leirvík er mítt heim, og LÍF er mítt barndómsfelag. Mær dámdi ótrúliga væl í grønu troyggjuni, og eg havi havt tað ótrúliga gott. Men eg kann so staðfesta, at eg ikki hevði spælt í Leirvík í hesum kappingarárinum. Tann tíðin var nú farin. Hevði Víkingur ikki verið veruleiki, so hevði eg spælt í øðrum Formulafelag í dag, slær Andreas Lava Olsen fast. Hann leggur afturat, at hann ongantíð hevur fingið konkret tilboð úr útlandinum, og hann av tí sama ikki hevur víst hesum aftur.
Fantastisk kensla
Vónirnar vóru stórar til unga leirvíkingin vóru stórar, tá tað gjørdist greitt, at hann í hesum kappingarárinum skuldi umboða Víking. Men hann skuldi hava sína tíð. Framherjin var ofta á beinkinum fyrstu umførini, men við miðvísum arbeiði hevur hann verið millum mest eyðsýndu leikararnar í føroysku kappingini, nú ársins útgávu av Formuladeildini er hálvliðin.
Hósdagin í farnu viku kunngjørdi Jógvan Martin Olsen teir leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í venjingardysti móti mætu fótbóltstjóðini Portugal. Millum nøvnini var Andreas Lava Olsen.
- Jú, kenslan er fantastiskt. Ein tílíkt úttøka prógvar, at tú hevur víst nakað skilagott. At onkur hevur lagt teg til merkis. Fleiri hava sagt við meg, at eg burdi verði úttikin, men sjálvandi var eg bilsin av hesum, sigur Andreas Lava Olsen flennandi.
Hóast hann fyrr ikki hevur fylgt dreyminum, so hevur lítillætni leirvíkingur ambitiónir. Ambitiónir at sleppa uttanlands at spæla.
- Eg eri fúsur at stríðast fyri tí. Eg vil røkka so langt sum gjørligt. Men nú hugsi eg um Víking og hetta kappingarárið, sigur leirvíkingurin Andreas Lava Olsen.










