Leila Solmunde heiðra

Fyrsta ein­taki av Kær­leiks­kúl­­uni 2012 varð ogn­að Leilu Sol­munde, post mortem

Við hesum vil stýrið fyri Dugna heiðra Leilu Solmunde, sálu, fyri ta lívs­játtandi vón, hon gav øllum, ið bera brek. Leila Solmunde var ein eldsál, sum er og verður ljóslivandi í sam­felagi okkara. Hitin av hugburði hennara og aft­ur­ljóðið av orðum henn­ara fara framvegis at kenn­a­st og hoyrast, eins og tey støðugt fara at birta eina vón hjá fólki, ið bera brek, og teirra avvarandi. Leila Solmunde var for­kvinna í Meginfelag teirra Brekaðu í Før­oy­um í 8 ár og sat í stýr­i­num hjá Dugna í 8 ár, í báð­um førum til hon an­d­að­ist 10. mars í ár. Mour­its Simonsen, mað­ur Leilu, tók móti Kær­leiks­kúluni 2012.