Leikur um sorg og kenslur

Kristina S. Hansen, sum misti báðar synir sínar, hevur skrivað leikin Sár á Sál, sum í februar verður framførdur á Tjóðpallinum

Tað er ein øðrvísi leikur, sum fer at hava frumsýning á Tjóðpallinum 9. februar.
Kristina S. Hansen hevur skrivað leikin.
Leikurin hevur fingið heitið Sár í sál, og hann er sprottin úr ræðuligu hendingini, tá ið synir Kristinu, Niklas og Teitur, og vinmaður teirra Martin lótu lív.
Síðan vanlukkuna, í sorgarprosessini, hevur Kristina verið serliga viðkvom um, hvussu umhvørvið hevur samskift við hana eftir hendingina. Hon hevur merkt, at onnur hava hildið seg aftur við at tosa beinleiðis við hana. Summi hava tosað uttan um hana heldur enn beinleiðis við hana.
Hetta er nakað, sum onnur, ið hava verið fyri ógvusligum hendingum, kunnu tosa við um.
Kristina er útbúgvin sjónleikari, og síðan vanlukkuna hevur hon nomið sær útbúgving á masterstigi í teatur- og dramapedagogikki, vi serligum denti á sjónleik.
Útbúgvingarnar hava givið henni serligar førleikar til at lýsa eitt slíkt evni, seta orð á kenslurnar.
Leikurin er bygdur upp av brotmyndum við yrkingakendum hugleiðingum, sum kensluliga skera inn á bein.
Við øðrum orðum er leikurin, uttan at verða sentimentalur, sum eitt litband av øllum menniskjansligum kenslum, og lýsir klárt og beinrakið eina støðu, sum flest øll, ið hava mist kenna seg aftur í, eins og tey, ið kenna seg hjálparleysan í slíkum støðum, kunnu finna amboð at samskifta við, sigur Tjóðpallurin.
Leikurin leggur upp til kjak og kann tí eisini verða eitt gott íkast til øll, ið starvast innan heilsu- og umsorganarøkið.

Tveir leikarar
Leikarar eru tvær útbúnar sjónleikarkvinnur, Annika Johannesen, sum hevur drúgvar royndir og Sofía Nolsøe, sum nýliga er útbúgvin men longu er komin í Kongliga Leikhúsið í Keypmannahavn.
Tær báðar búva í Keypmannahavn, og tað ger Kristina S. Hansen eisini. Kristina leikstjórnar, og tí hevur borið til at vant eina tíð har.
Í næstum koma tær heim at venja víðari, til sýningarnar byrja 9. februar
Hansina Iversen, myndlistakvinna ger pallmyndina

AT SETA Í EIN KASSA:
-------------
Sár á Sál er ein beinrakin, poetisk og kensluborin lýsing av einari ólukkuligari støðu, sum vit ongantíð hugsa fer at raka nakran, men, sum tá ið tað hendir, vísir, hvussu sárbar vit øll eru.
Sár á Sál lýsir eisini, hvussu týdningarmikið tað er, at vit samskifta rætt, eisini, tá ið vit eru hjálpsom og vísa samkenslu.
Sár á sál er ein søga um miss, ið ikki bøtist aftur.
Sár á sál lýsir vónir, kontra veruleikan, í eini sorgarstøðu.
Sár á Sál setir orð á okkara egnu ómegd.
Sár á sál kann vónandi loysa upp tað tabu, ið er ein svár avleiðing í øllum samskifti eftir ógvusligar hendingar.