Leikur um lívsins skuggasíður

Í siðamisbrotum er tað ikki bara eitt offur og ein brotsmaður, sigur Súsanna Tórgarð, sum hevur skrivað og leikstjórnað leikin Myrkursins børn, ið verður frumsýndur á Tjóðpallinum leygarkvøldið klokkan 19

Tjóðpallurin hevur lagt seg eftir at framføra upprunaføroyskar sjónleikir, og leygarkvøldið verður tann triði í ár frumsýndur.
Leikurin eitur Myrkursins børn.
- Tað er so týdningarmikið, at vit spæla leikir, sum lýsa veruleikan í nútíðar Føroyum, sigur Súsanna Tórgarð, sum hevur skrivað hendan leikin. Hon leikstjórnar eisini.

Vanligir spurningar
Leikgongdin er, at á einum niðurløgdum kirkjugarði royna fimm fólk at yvirliva. Hetta eru fólk, sum á ein annan hátt eru komin skeivt fyri í lívinum. Tey vita nógv um sannleikan, men tey duga illa at handfara veruleikan. Tey tosa um brostnar vónir, hví tey ikki gjørdu hetta og hatta, og um lívið nú er nóg langt til tær ætlanir, tey settu sær.
- Hetta eru alt spurningar, sum menniskju seta sær í lívinum.
Tá ið ein maður verður funnin deyður á kirkjugarðinum ein morgun, koma ræðandi loyndarmál undan kavi.

Einfalt kvinnusýn
Súsanna Tórgarð byrjaði at skriva leikin fyri fimm ella seks árum síðan, og hugskotið kom eftir eina kjaksending í útvarpinum. Evnið var fosturtøka.
- Í sendingini segði ein mannligur samkomuleiðari nakað soleiðis: “Kvinnan velur sjálv at leggja kropp til, tá ið hon ger barnið, og tí skal hon eisini taka ábyrgd av at bera barnið, føða tað og taka sær av tí”. Hetta helt eg vera eina sera einfalda útlegging, og tað undraði meg, at eingin kom við nakrari viðmerking, sigur Súsanna Tórgarð.
.
Tað hendi fyrr og hendir framvegis, at børn verða neyðtikin og misbrúkt. Og tíanverri kunnu fylgjurnar verða fyri genturnar, at tær gerast við barn.


Ógvusligar avleiðingar
Leikurin er ein ógvuslig søga um siðamisbrot og avleiðingarnar av, at alt verður tagt burtur.
- Avleiðingarnar eru ógvusligar av, at vit ikki tora ella megna at taka ábyrgd, men heldur royna at dylja og skava út yvir veruleikan, sigur Súsanna Tórgarð, sum í leikinum hevur lagt dent á, hvussu neyðugt tað er beinanvegin at siga frá, tá ið børn hava verið fyri kynsligum ágangi. Jú fyrr tøgnin verður brotin, størri er møguleikin fyri, at óndi ringurin verður brotin. Tað gagnar bæði offri og gerningsmanni.
Leikurin snýr seg líka nógv um tey avvarðandi og onnur, sum eru rundan um tey misbrúktu.

Tora einki at siga
Tey misbrúktu og menniskjuni rundanum tey tora ofta einki at siga, tí tey ræðast tær ógvusligu avleiðingarnar. Og tað er torført í hesum lítla samfelag at siga frá, tí øll liva so tætt upp at hvør øðrum, og so koma skommin og kenslan av skyld aftrat.
- Tað er sera týdningarmikið, at evnið verur lýst á ein forsvarligan hátt. Einki er bara svart ella hvítt. Alt er nógv meira samansett enn so, sigur Súsanna Tórgarð.

Myrkursins børn
Handrit: Súsanna Tórgarð
Leikstjórn: Súsanna Tórgarð
Leikarar: Beinta Clothier, Ria Tórgarð, Erling Eysturoy, Hans Tórgarð og Hjálmar Dam
Pallmynd og búnar: Guðrun Øyahals
Dramaturgiskur vegleiðari: Eyðun Johannesen
Ljós: Árni Baldvinsson
Ljóð: Jón McBirnie
Tónleikur: Leivur Thomsen