Har greiddi hann og nevndin leikarunum frá uppsøgnini og orsøkina aftanfyri, og hesum sjónarmiðum taka leikararnir eftir øllum at døma undir við.
Um sjálva uppsøgnina sigur Rólant Højsted, at órógv í felagnum seinastu tíðina og vantandi úrslit vóru orsøkin til, at EB/Streymur valdi at slíta samstarvið við Sigfríða Clementsen og Magna Mohr, sum í fjør syrgdu fyri, at felagið vann sítt fyrsta meistaraheitið nakrantíð.
Rólant Højsted ger tó greitt, at hóast tey nú arbeiða við at finna nýggjan venjara, so eru tey ógvuliga glað um samstarvi, tey hava havt við Sigfríða Clementsen og Magna Mohr.
? Men sum støðan er í løtuni, mettu vit hetta vera rætta avgerðin at taka, sigur hann.










