Leikarar úr Vokskabinettinum

Klaksvíkar Sjónleikarafelag er í farið í gongd við at venja ein leik til heystið. Arbeiðsheitið er Ansa mær eftir Amaliu, og hevur felagið fingið fleiri av teimum eldru leikarunum fram aftur

Klaksvík:
Í hesum døgum venja leikarar hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag dúgliga nýggja leikin, sum felagið hevur sett sær fyri at framføra hetta heystið. Fleiri av leikarunum hava ofta staðið á palli fyrr fyri sjónleikarafelagið, men tað er nakað síðani.
Millum annað verða leikarar sum Ólavur Klakk, Eliesar í Pálsstovu, Jógvan Brim Joensen og Suni Samuelsen aftur at síggja á pallinum til hendan leikin.
? So sigast kann, at felagið av sonnum hevur verið í Vokskabinettinum eftir leikarum, sigur Rudolf Joensen, sum tekur sær av PR arbeiðinum í sambandi við leikin.
19 leikarar eru við, so talan er um ein stóran leik. Og sum norðoyingum dámar best, er hetta somuleiðis ein skemtileikur.

Venja úti
Felagið hevur vant leikin í hølunum hjá Føroya Bjór inntil í gjár. Hetta kemst av, at biografur er í Atlantis fleiri kvøld um vikuna, og tá slepst ikki upp á pallin. Men komandi tvær vikurnar verður bert ein filmsýning um kvøldið, og verður seinasta hondin løgd á venjingarnar á pallinum í Atlantis.
Georges Feydave hevur skrivað leikin, og er hetta ikki fyrstu ferð, at felagið spælir ein leik hjá honum. Í 1992 spældu tey skemtileikin, Loppuskriði. Tann leikurin var sera vælumtóktur kring alt landið.
Stílurin hjá Feydave er eitt sindur øðrvísi enn í farsunum, sum felagið eisini hevur spælt eina ørgrynnu av. Talan er um stuttar og skjótar replikkir, har timing er alt.
Tað er kanska ikki so løgið, at Feydave dugdi væl timing, tá hugsað verður um, at maðurin var støddfrøðingur.
Egi Dam leikstjórnar, og hevur hann somuleiðis eisini týtt leikin sjálvur. Leikurin hevur frumframførslu 23. oktober.