Leikarar hótta við verkfalli í Seriu A

Stríð er nevniliga komið millum feløgini og leikararnar, tí feløgini ynskja at hava møguleika at selja leikarar, sum hava minnið enn eitt hálvt ár eftir av sáttmálanum, hetta hóast leikarin ikki ynskir at verða seldur.

Feløgini seta sum krav, at leikararnir góðtaka at verða seldir til eitt annað felag á sama støði, har lønin eisini er tann sama, men tað vilja leikararnir ikki ganga við til.

 

Forsetin í italska fótbóltssambandinum Giancarlo Abete er semingsmaður millum partarnar, men seinast semingsuppskot hansara fekk ikki undirtøku. Tí er tað ikki óhugsandi, at leikararnir í bestu italsku fótbóltsdeildini fara í verkfall 30. november.