Á drama- og teaturskúlanum á Dramaverkstaðnum í Havn hava 20 børn og ung knossast dúgliga fyri at verða klár mánadagin tann 10. december klokkan 18.00, tá Leikaløtan byrja
Tey sum framføra eru millum 10 og 21 ára gomul.
Á skránni eru sjónleikurnir ?Brúsajøkul og jólini? og ?Lítli Gutti? er eisini har. Og so er tað ?Søgan? sum altíð plagar at vera , har áskoðarir sleppa at spæla við um tey hava hug. Børnini kunnu, um tey vilja, verða málaði í andlitinum sum tey ið spæla við í søguni.
Brúsajøkul er eitt fitt lítið trøll, sum saman við vini sínum Oxakollu, kemur inn á gólvið á Dramaverkstaðnum, á veg til Kirkjubøreyn við drýlum til ommu sína. Brúsajøkul fær eitt upplivilsi inni á Dramaverkstaðnum, sum hann seint fer at gloyma. Komið og hittið Brúsajøkul, Oxakollu og øll hini sum eru við í Leikaløtuni 2007.
Sum undanfarnu árini, er hetta sýning fyri børnum saman við vaksnum, og dentur er lagdur á, at tey heilt heilt smáu børnini eisnini fáa nakað burturúr, so tað er bara at koma til Leikaløtuna og hava tað stuttligt eina løtu!
Atgongumerkir kunnu fáast í Kunningarstovuni og ein tíma undan sýning á Dramaverkstaðnum.
Dramaverkstaðið liggur í brekkuni niðan á Nabb beint undir tí grønu ítróttarhøllini í Havn.










