Elin Lindenskov býráðslimur
Valevni Javnaðarfloksins www.lindenskov.com
Vit mugu koma burtur frá hugsanini um, at hvør familja skal hava síni egnu hús og harvið binda seg fíggjarliga heilt fram til pensjónsaldur, ella longri. Javnaðarflokkurin vil virka fyri einum alternativum íbúðarmynstri.
Tað skal kunna lata seg gera at búgva til leigu undir tryggum viðurskiftum fyri ein rímuligan kostna. Býráðið nýtist ikki at byggja íbúðirnar, men kann skapa karmarnar og skipa íbúðarpolitikkin.
Vit føroyingar hava viðhvørt sera trupult at broyta hugburð, serliga um tað snýr seg um siðbundnan hugburð. Íbúðarpolitikkurin er eitt tað truplasta at ímynda sær ørvísi, enn tað vit til allar tíðir hava hugsað. Her skal tann einstaki seta føtur undir egi borð. Klárar ein ikki tað, er viðkomandi vístur út á gøtuna.
Henda siðbundna vanahugsan hóskar als ikki til okkara samfelag. Vit eiga at hugsa nógv meira um okkara medborgarar, sum av ymiskum orrsøkum ongan møguleika hava at byggja sær eini sethús. Ella tey, sum ikki ynskja at byggja sær eini sethús. Einligi forsyrgjarin hevur ongan møguleika at fíggja eini sethús.
Javnaðarflokkurin vil framhaldandi virka fyri, at leiguíbúðir verða bygdar, har møguleiki verður hjá teimum, sum ynskja tað, at leiga heldur enn at byggja. Her skal verða møguleiki hjá rørslutarnaðum, menningartarnaðum, einligum, eldri sum ungum at búgva trygt fyri ein rímuligan kostnað. Havnin er nátúrligi útbúgvingarmiðdepulin í Føroyum. Javnaðarflokkurin vil virka fyri, at fleiri bústaðir verða bygdir til lesandi. Ongin skal setast aftur vegna bústaðartørv.