Leiftur spældi javnt

Fótbóltur: Jens Martin Knudsen og Uni Arge spældu málleysan dyst

Uni Arge og Jens Martin Knudsen vóru við allar 90 minuttirnar, tá Leiftur spældi javnleik í íslendsku landskappingini sunnudagin.

Dysturin var móti Fram og endaði málleysur.

Leiftur liggur nú nummar trý, men hevur spælt ein dyst færri enn liðini, sum liggja frammanfyri. Leiftur hevur 14 stig fyri 10 dystir, meðan ÍBV og ÍAB hava 22 stig fyri 11 dystir.