Leiftur í Belgia

UEFA-Cup: Uni Arge og Jens Martin Knudsen spæla móti Moeskroen

Allan Mørkøre og ÍBV vóru í síðstu viku varpaðir úr innleiðandi umfarinum í europeisku meistarakappingini. Leiftur er við í UEFA Cup undankappingini, og í kvøld skulu Uni Arge, Jens Martin Knudsen og Páll Guðlaugsson saman við liðfeløgunum royna seg. Teir eru í Belgia, har teir klokkan 20 skulu spæla á Constand Vanden Stock Stadion í Brússel.

Mótstøðuliðið eitur Anderlecht. Hetta er eitt av mest sigursvandu feløgunum í Belgia, men hesi seinastu árini hevur úrtøkan verið langt frá tí, sum hon plagdi at vera.

Nú ætla teir at vinna seg fram aftur í fremstu røð, og tað skal m.a. ganga út yvir Leiftur. Fyrsta umfarið í belgisku landskappingini varð spælt í vikuskiftinum. Anderlecht spældi á heimavølli móti Moeskroen, og teir vunnu 3-2.