Leif letur Insanetorium uppaftur

- Hetta er óivað seinastu ferð, at Insanetorium verður opið, sigur Leif Sørensen, sum saman við ørðum rekur pop-up matstovuna.

 

Insanetorium er matstovan, sum, eins og í fjør, í summar letur upp í kantinuni í Hoydølum, ella í gamla sanatoriinum.

 

Í fjør var opið í 20 dagar og heili 1218 gestir vitjaðu matstovuna.

- Í ár hava vit bara opið í 14 dagar, frá 5. til 27. juli, men einans mikudag til og við leygardag.

 

Ein broyting er tó í mun til í fjør. Í ár verður Insanetorium eisini opið á døgurða mikudag, hósdag og fríggjadag. Tá ber til at fáa eina lætta tvey-rættaða menu, sigur kendi kokkurin.

 

- Kvøldið verður í sama anda sum í fjør. Matskráin er einføld, og samansett so flest kunnu eta hana, sigur Leif Sørensen. Talan er um tosk og rækjur, stoktan makrel, svínsriv, rabarbur og hvonn. Matskráin er at síggja á Facebook-vanganum hjá Insanetorium.

 

- Eins og í fjør fara vit at bjóða náttúruvín og biodynamisk vín til matin, men eisini verður møguligt at bíleggja eina djússkrá, sigur føroyski meistarakokkurin.