Leif fingið sína fyrstu føroysku viðurkenning

Turid Christophersen, forkvinna, Eyrith Guttesen Leyni, næstforkvinna, og Leif Sørensen.

Føroyski kokkurin Leif Sørensen, fekk fyri løtu síðani, á sjálvum norðurlandadegnum, handað norðurlendska herðaklappið frá Norrøna Felagnum á samkomu í Norðurlandahúsinum.


- Takk fyri, at tú gjørdi okkum varug við tann norðurlendska smakkin, segði Turid Christophersen, forkvinna í Norrøna Felagnum tá hon handaði Leif Sørensen eitt blómutyssi og eitt gávukort frá Atlantic Airways fyri tvey á NORÐUR-rutuni hjá felagnum.


Í røðuni vísti forkvinnan á, at Leif Sørensen hevur gingið á odda fyri at menna føroyska matin, soleiðis at hann í dag er vorðin kendur um allan heim.


- Leif Sørensen hevur gjørt eitt megnar arbeiði at menna norðurlendskan matlist, soleiðis at føroyskur matur nú er at finna í matstovur kring allan heim. Hann hevur ment føroyskan mat frá ikki at vera til, til nú at verða so kendan, at fólk koma úr allan heiminum at royna føroyska matin.


Leif Sørensen takkaði fyri herðaklappið.


- Takk fyri. Hetta er fyrstu ferð, at eg havi fingið viðurkenning í Føroyum, so hetta hevur stóran týdning.


Hetta er aðru ferð, at Norrøna Felagið handar herðaklappið. Í fjør fekk Ragnar A. Jacobsen herðaklappið fyri sendirøðina Norðurljóð.

Turid Christophersen, forkvinna, Eyrith Guttesen Leyni, næstforkvinna, og Leif Sørensen.