Leicester setti stig til

Leicester setti í kvøld avgerandi stig til í oddastríðnum, sum ger at Tottenham í annaðkvøld kann koma undir liðuna á teimum

Fimm dystir hava verið leiktir í Premier League í kvøld.

 

Stóri dysturin í kvøld var á King Power Stadium, har oddaliðið Leicester tók ímóti West Bromwich.

Dysturin endaði við 2-2 javnleiki, og setti Leicester sostatt avgerandi stig til í oddastríðnum. Tað vóru annars gestirnir úr West Bromwich sum fingu eina betri byrjan og løgdu seg á odda 1-0, men áðrenn hálvleik hevði Leicester vent dystinum, soleiðis at Leicester var á odda 2-1 í hálvleikinum. Fimm minuttir inn í seinna hálvleik javnaði West Bromwich tó til 2-2, sum eisini varð endaliga úrslitið. Leicester setti móti endanum West Bromwich undir stórt trýst, men tað eydnaðist ikki at fáa hol á.

 

Chelsea, sum hevur havt eitt heldur misjavnt kappingarár, men sum hesa seinastu tíðina hevur verið í einum góðum stima, vann í kvøld aftur. Chelsea vann útidystin móti Norwich 2-1 við málum frá Kenedy og Diego Costa. Sigurin flutti í kvøld Chelsea nøkur fet upp eftir stigatalvuni, tí Chelsea liggur nú á áttanda plássið í deildini.

 

Í hinum dystunum í kvøld vann Everton 3-1 á botnproppinum Aston Villa, Bournemouth vann 1-0 móti Southampton og Crystal Palace vann 2-1 á útivølli móti Sunderland.

 

Í annaðkvøld vera eisini fimm dystir leiktir í Premier League.

 

Úrslitini í kvøld:

 

Aston Villa – Everton 3-1 (0-2)

0-1 Funes Mori, 5. 

0-2 Aaron Lennon, 30.

0-3 Romelu Lukaku, 60.

1-3 Rudy Gestede, 79. 

 

Bournemouth – Southampton 2-0 (1-0)

1-0 Steve Cook, 31.

2-0 Benik Afobe, 79.

 

Leicester – West Bromwich 2-2 (2-1)

0-1 Salomon Rondon, 11.

1-1 Daniel Drinkwater, 31.

2-1 Andy King, 45.

2-2 Craig Gardner, 50.

 

Norwich – Chelsea 1-2

0-1 Kenedy, 1.

0-2 Diego Costa, 45.

1-2 Nathan Redmond, 68.

 

Sunderland – Crystal Palace 2-2 (1-0)

1-0 Dame N'Doye, 36

1-1 Connor Wickham, 61.

1-2 Connor Wickham, 67.

2-2 Fabio Borini, 90.