Jan Müller er í dag farin frá sum stjóri á Sosialinum. Leygardagin 2. apríl fyllir hann 60 ár, og hevur hann nýtt hetta høvið at gevast, men hann verður framvegis knýttur at blaðnum og verður at hoyra á Rás2.
Seinasta árið hevur Jan Müller verið í farloyvi, og hesa tíðina hava Eirikur Lindenskov og Jonhard Hammer røkt stjórauppgávuna. Teir halda fram sum stjórar, og Eirikur Lindenskov heldur fram sum ábyrgdarblaðstjóri.
Hesum boðar nevndarformaðurin í Sosialinu, Eyðfinnur Jacobsen frá.