Leiðslan skuldi fingið fótin

Hendrik Old, formaður í vinnunevndini hjá løgtinginum, og nógv onnur tingfólk eru í øðini um at leiðslan fyri undirsjóvartunlarnar ikki í góðari tíð hevur boðað landsstýrið og Strandferðsluni frá, at tað verður ókeypis ígjøgnum tunlarnar


Òkeypis koyring
 
 - Leiðslan fyri undirsjóvartunnilin skuldi fingið fótin í eitt vist stað.
So bersøgin var Hendrik Old, formaður í vinnunevndini hjá Løgtinginum í gjár.
Leiðslan fyri undirsjóvartunlarnar var fyri hvøssum atfinningum í Løgtinginum í gjár.
Tað vóru nógv tingfólk, sum átalaðu, at leiðslan ikki í góðari tíð hevði boðað landsstýrinum frá, at hon fór at gera tað ókeypis at koyra ígjøgnum báðar tunlarnar í alla næstu viku.
Harðastur í sínum atfinningum var Hendrik Old, sum eisini er formaður í vinnunevndini hjá Løgtinginum.
­- Var nakað skil í leiðsluni fyri tunlarnar, hevði hon tikið fund við landsstýrið fyri at finna útav, hvussu hetta kann gerast skilabest fyri at sleppa undan trupulleikum.
Hendrik Old segði, at serliga er Leirvík í trupulleikum, tí tað kann lættliga enda við sonnum ruðulleika í teimum smáu tunlunum norðanfyri, tá ið ferðslan verður so stór, sum tað her er lagt upp til.
- Suðuroyingar og sandoyingar og onnur fáa ikki nógva nyttu burturúr hesum, tí tey flestu eru til arbeiðis
Hendrik Old helt, at skuldi hetta eydnast væl, skuldi tað verið lagt til rættis langt áðrenn. Eitt nú kundu suðuroyingar fingið ein serligan familjupakka á hvítusunnu, sum eisini umfataði undirsjóvartunlarnar.
- At proppa alla ferðsluna ígjøgnum tunlarnar ísenn, er tað mest skilaleysa at gera, tí tað kann enda við, tí tað kann enda við ruðulleika av eini aðrari verð.
- Var tað eg, sum ráddi, fekk leiðslan fyri tunlarnar fótin eitt vist stað, morgunin eftir, at hon hevði tikið hesa avgerðina.
Eisini Karsten Hansen var ógvuliga bersøgin:
- Tað er heilt ótrúliga langt úti, at ein almennur stjóri fyri undursjóvartunlarnar tekur eina avgerð, sum noyðir ein landsstýridsmann at koma krúpandi í Løgtingið at biðja um eina eykajáttan fyri at javntseta seg við ein almennan stjóra, sum fær nógv hægri løn enn løgmaður, tí hann hevur eitt so ómetaliga týudningarmikið starv.
- Tað vísir seg, at tað skal vera bíligt at koyra, tá ið tað passar leiðsluni fyri undirsjóvartunlunum og tá ið tað er útsøla í Vágum ella í Norðoyggjum, so skal tað vera ókeypis at koyra.
- Men tað, vit hava brúk fyri, er at tað er bíligari hvønn dag og ikki bara tá ið útsøla er, segði Karsten Hansen.
Eisini John Johannessen helt, at tað var tekin um vánaliga tilrættislegging, at leiðslan fyri tunlarnar kemur sum ketta upp úr høvdatrogi við einum slíkum tiltakið.
Heidi Petersen helt, at tað var ábyrgdarloysi at lata allar føroyingar, sum ikki ferðast gjalda fyri, at summir skuldi ferðast fyri onki og at landsstýrið leyp á leistum, bara tí eitt eitt tilvildarligt partafelag gjørdi av, at nú skuldi tað vera ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar.
Johan Dahl helt ikki, at tað var rætt at hava ókeypis koyring hesa vikuna, men tá ið avgerðin varð tikin, helt hann, at tað var rætt, at allir føroyingar vórðu javntstillaðir.
Hergeir Nielsen vísti annars á, at hetta var ikki fyrstu ferð, at tað var ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, so tað var løgið at krevja høvdið á stjóranum á einum fati hesuferð.
Eisini onnur tingfólk átalaði leiðsluna fyri undirsjóvartunnilin fyri framferðina í hesum máli.
Somuleiðis fýltist Jacob Vestergaard, landsstýrismaður á, at leiðslan fyri tunlarnar ikki hevði boðað frá í góðari tíð, so at spurningurin um ókeypis sigling kundi verðið viðgjørdur í góðari tíð og so at allir partar kundu havt eitt felags tilboð til føroyingar.
Hann vildi havt, at hetta var betri samskipað, so at allir partar høvdu betri stundir at seta tiltøk í verk, sum var enn betri enn hetta.
- Eg haldi, at tað er rætt, at allir føroyingar fáa havnbjóðis møguleikar at ferðast, ikki bara so at æøll kunnu fara til Klaksvíkar, men eisini so, at tey, sum ikki hava roynt nýggja Smyril, kundu komið til Suðuroyar ein túr, ella so at fólk fingu høvi at vitja Sandoy, ella onnur pláss.
 
 

 Leiðslan skilir ikki atfinningarnar
Bergur í Garði, formaður í nevndini fyri undirsjóvartunlarnar, skilir ikki rættiliga, hví politikarar eru so misnøgdir við avgerðina um at lata alla koyring verða ókeypis.
Annars hevur hann ikki so nógvar viðmerkingar.
- Undirsjóvartunlarnir eru lagdir í eitt partafelag við teimum reglum og skyldum, sum eitt slíkt hevur. Og tað er lógarfest, at felagið skal fremja og reka tunlarnar, sigur hann stutt.
Hann sigur, at hetta er ein avgerð, sum er tikin í tí sambandi.
- Hevði talan verið um eitt vanligan, almennan stovn, varð støðan kanska ein onnur, leggur hann afturat.
Dávur Reinert Hansen, stjóri, hevur ongar viðmerkingar, men vísir til nevndarformannin.
Men hann sigur, at av tí, at tað verður ókeypis at koyra í eina heila viku, skuldi tað lætt trýstið munandi, tí so verður ikki øll ferðslan sama dag.
Hann vísir eisini á, at tá ið nógv ferðsla er, skuldi hon eisini gingið spakiligari enn vanligt.