? Eg haldi tað vera óheppi, at Altli Hansen fer út í eitt alment kjak um leiðslu sambandsfloksins. Hetta er ein spurningur, ið eigur at verða viðgjørdur á landsfundi.
Hetta segði Lisbeth L. Petersen, tingkvinna Sambandsfloksins, við útvarpið á middegi í gjár í sambandi við atfinningarnar hjá Atla Hansen í bløðunum ímóti leiðslu Sambandsfloksins.
Lisbeth L. Petersen er, sambært útvarpstíðindunum, ikki samd við Atla Hansen í, at leiðsla floksins forðar fyri menning. Hon segði tvørturímóti við útvarpið, at Sambandsflokkurin virkar væl, og at arbeiðið í tingbólkinum virkar betur enn í undanfarna valskeiði.
? Eg veit ikki um nakað ætlað formansskifti í Sambandsflokkinum, men tað sær kortini út til, at summi ynskja hetta. Men eg haldi tað vera skeivt at fara í bløðini at skriva um hetta, eins og Atli Hansen ger, tí tað kann skaða flokkin, segði Lisbeth L. Petersen við útvarpið í gjár.