Heri Simonsen
Katrin Joensen, skrivari í ÍSF var í Rásarúminum hjá Rás2 mikukvøldið. Fyrsti spurningurin vit í Miðlahúsinum stillaðu til skrivaran hjá ÍSF, var hví ÍSF á fyrsta sinni gjørdi leiðreglur fyri góðan atburð á leikvølli, og uttanfyri leikvøllin. – Tað er soleiðis, at vit í ÍSF ynska at gera okkara til, at tað ítróttarliga umhvørvið til eina og hvørja tíð, er eitt gott og trygt umhvørvið, har tey íðkandi kunnu kenna seg væl, og kunnu kenna seg vird, og koma saman í gleði. Tí hildu vit, at tað var rætt at festa á blað nakrar leiðreglur um góðan atburð. Katrin greiddi frá, at tey hava hugt eftir hvussu grannalondini hjá okkum hava gjørt slíkar leiðreglur, men at leiðreglurnar hjá ÍSF tó taka støðið í tí føroysku mentanini.
Yvirhøvur góður atburður
Spurd um vit eru á rættari leið, tá tað kemur til atburðin á leikvøllum, og uttanfyri vøllin. – Yvirhøvur so sýna fólk ein góðan atburð. Hinvegin so haldi eg, at vit til alla tíð kunnu minna hvønn annan á, at gera tað betur. Ein kann jú gerast ógvuliga spentur, og tá er skjótt, at ein hevur ein atburð, sum ikki hóskar seg, og als ikki er fyrimyndarligur. Ein má hava í huga, at børn og ung hava eitt vakið eyga við hvussu vit sum vaksin – og foreldur – bera okkum at. Leiðreglurnar venda sær til børn, til foreldur, til venjarar, til vaksin íðkandi, til leiðarar, og eisini til dómarar og hjálparfólk.
Foreldur mugu verða fyrimyndir
Orsøkin til, at vit hava tikið leiðreglurnar fram aftur, og hava lagt tær út á heimasíðuna er, at júst hesa tíðina byrjar nógvur ítróttur venjingarnar aftur. Tá standa børn og foreldur í bíðuraðum, fyri at verða partur av hesum serliga umhvørvinum, tí hildu vit, at hetta er eitt gott høvið at taka leiðreglurnar fram aftur. Hugskotið er, at tá foreldur møta saman við sínum foreldrum til tann fyrsta foreldrafundin, so verður kanska spurt, hvat vit vænta sum foreldur, og hvat væntar ítróttarfelagið av sínum limum (børnum)? Tá er tað avgjørt eitt gott hugskot, at ítróttarfeløgini tóku upp hvussu neyðugt tað er, at foreldur sýna góðan atburð. – Foreldrini hava ein týdningarmiklan leiklut í ítróttini. Tað er týdningarmikið, at børnini sýna góðan atburð á vøllinum, men samstundis er tað týdningarmikið, at foreldrini sýna góðan atburð á síðulinjuni. Fyrsta regla til foreldur er: »Minst til, at barnið er við í ítrótti, fyri sína egnu gleði, og ikki fyri tína egnu gleði«. Katrin leggur herðslu á, at eisini er týdningarmikið, at foreldrini minna hvønn annan á hesi viðurskifti.
Sami tráður
Áminningarnar til venjarar, børn, leiðarar, dómarar, hjálparfólk, vaksnum íðkandi og foreldur eru eitt sindur ymiskar, men tráðurin sum gongur ígjøgnum er, at øll hava virðing fyri hvørjum øðrum. – Vit eiga at fara við øðrum, sum vit vilja verða viðfarin sjálvi. Vit mugu virða dómaraavgerðir, og vit mugu laga okkum eftir teimum reglunum, sum eru í tí ávísu ítróttargreinini, og tí ávísa ítróttarfelagnum. Ein onnur orsøk til, at ÍSF endurtekur leiðreglurnar er, at nýggj fólk leggjast aftrat ítróttarfeløgunum alla tíðina, og tí mugu tey sum leggjast aftrat eisini kunnast um týdningin av góðum atburði bæði á leikvøllinum, og uttanfyri leikvøllin.









